Taraaling á Vísundavøku
Ocean Rainforest verður á Vísundavøku í Løkshøll, har møguleiki verður at kunna seg um stóru granskingar- og mennigarætlanina SeaMark, sum hevur fingið viðfígging frá ES, og sum er samskipað av Ocean Rainforest.
Tarin, sum er aldur, er vistfrøðiligur, burðardyggur og góður fyri umhvørvið. Hann skapar eitt heim fyri fiskar og skeljadjór, sum liva í havinum, umframt at tarin upptekur CO2 úr sjónum. Harumframt inniheldur tarin føðsluevni, sum egna seg sera væl sum kostískoyti hjá fólki og djórum.
Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum arbeiðir við vinnuligari taraaling og -framleiðslu.
Í dag hevur felagið umleið 150.000 metrar av sáddum tarateymum í Funningsfirði og á Gøtuvík. Harumframt fremur felagið royndaraling í Kalifornia í USA.
Úrdráttir, sum koma burturúr taranum, verða brúktir til ymiskar framleiðslur. Í høvuðsheitum verður tarin brúktur í matvørum, djórafóðri, kosmetikki og heilsuvørum. SeaMark verkætlanin skal m.a. menna 12 ymiskar vørur burturúr taranum. Á Vísundavøkuni ber til at frætta meira um hetta.
Vit gleda okkum at síggja tykkum 23. september í Løkshøll.