Ala tara á Gøtuvík

image002.jpg

Heilsufrøðiliga Starvsstovan handaði í gjár Ocean Rainforest loyvi til at ala tara á Gøtuvík.

Loyvið er galdandi í 12 ár fram til 1. juni 2033 og fevnir um aling av breiðbløðkutum sukurtara á aliøkinum AA-03, sum liggur uttan fyri Nøvuna á Gøtuvík. Laksaaliøkið hjá Bakkafrost liggur innan fyri taraaliloyvið hjá Ocean Rainforest.

image001.jpg

Ocean Rainforest roknar við at seta út sáddar tarateymar á Gøtuvík í heyst, og fáa fyrstu royndirnar við taraaling á Gøtuvík til høldar. Liggur væl fyri, so vónar felagið at kunna skera upp til 2.000 tons av tara á Gøtuvík um árið.

Hetta er annað taraaliloyvið hjá Ocean Rainforest. Í fjør fekk felagið loyvi til at ala tara á Funningsfirði, og longu nú verður tari skorin av sáddum teymum, sum blivu settir út stutt fyri árskiftið.

Á myndini Ólavur Gregersen, stjóri, og Magni Arge, nevndarformaður, við nýggja  loyvisbrævinum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og korti við staðsetingini av taraaliloyvinum.

Katrin Gregersen