World Wildlife Fund setir pengar í Ocean Rainforest

83980176_212501493462143_5804869792007454720_n.jpg

Taraalifelagið Ocean Rainforest hevur um mánaðarskiftið framt eina kapitalhækking uppá knappar  10 milliónir krónur, sum saman við nýggjum varðandi aliloyvum slóðar fyri munandi vakstrarætlan í heyst.

Ocean Rainforest alir tara í Funningsfirði, har tað standa 45.000 metrar av sáddum línum, sum bera eini 200 tons árliga av tara. Felagið hevur egið framleiðsluvirki í Kaldbak, har vørur  verða framleiddar úr taranum til matna, fóður og kosmetikk ídnaðin.

Umframt føroysku íleggjararnar hevur  World Wildlife Fund (WWF) sett 5,6 millónir krónur í partapeningi í felagið. 

WWF er heimsins stórsti náttúrurverndarfelagskapur, sum virkar í 100 londum og hevur ein limaskarða, ið telir 5 milliónir fólk um allan knøttin. 

WWF grundaði sína íløgu á neyvar metingar og samanbering av feløgum í  ymsum londum kring alla heim, sum arbeiða við taraaling. Stórur dentur var lagdur á slóðbrótandi alihátt, sum kann flyta mørk og betra um lívfrøðiliga margfeldið í havinum og havumhvørvið sum heild. Aftaná fleiri fundir í Kaldbak og Washington fall valið á Ocean Rainforest.

Carter Roberts, forseti og stjóri í World Wildlife Fund í USA sigur:

“Vaksandi tørvur á mati, tilfari og orku – saman við hugburði hjá altjóða ídnaði til rávøruframleiðslu  -  økir um trýstið á náttúruna. Í WWF ásanna vit, at hetta eru avbjóðingar, sum vit ikki vinna á einsamøll.  Vit eru sera fegin um at gerast partur av hesum átakinum, tí vit halda taraaling verða eina gongda leið til at minka um trýstið og skapa eina betri javnvág við nattúruna.”

Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest, gleðist um, at felagið hevur fingið stóra viðurkenning sum undangongufelag innan taraaling í vesturheiminum: ”Fíggjarliga ger íløgan tað møguligt at hjá okkum at vaksa munandi um taraaliorkuna í Føroyum komandi árini og somuleiðis framleiðsluna í Kaldbak. Harumframt er tað eisini ein týdningarmikil staðfesting av okkara haldgóðu og slóðbrótandi tilgongd til taraaling, har vit geva okkara íkast til eitt burðardygt havumhvørvi, samstundis sum vit framleiða heilsugóðar og umhvørvisvinarligar vørur.”

Ocean Rainforest hevur meira einn 10 ár á baki við gransking og royndum við taraaling á Funningsfirði, og hevur síðani 2016 framleitt taraúrdráttir í Kaldbak. Felagið fekk í juli mánaði tillutað egið taraaliloyvi í Funningsfirði, og hevur eisini søkt um loyvi at ala tara á Gøtuvík og á Skálafjørðinum.  Felagið er eisini virkið í California, USA, har ið Ocean Rainforest stendur á odda fyri eini royndarverkætlan innan taraaling á opnum havi.

Tíggju fólk starvast hjá Ocean Rainforest í Føroyum í løtuni, meðan fýra fólk eru knýtt at virkseminum í California. Ólavur Gregersen hevur staðið á odda fyri felagnum síðani 2012. Nevndin í felagnum er mannað við Magna Arge, formaður, Bergi Poulsen, Ólavi Ellefsen, Steinbjørn í Dali, og Johnny Kahlbetzer.

Katrin Gregersen