Kunningarfundur um tararoyndir og -vinnu

Magni_Arge.jpg

Verkætlanin MacroBiotech – ein verkætlan samskipað av Ocean Rainforest og stuðlað av NORA –  verður vertur fyri eini tararáðstevnu í Norðurlandahúsinum týsdagin 5. til hósdagin 7. mai. Umleið hálvhundrað granskarar og vinnulívsfólk úr norðanlodnum og Europa fara hesar dagarnar at skifta orð um  taraaling sum burðardygga vinnu og greiða frá nýggjastu royndunum og eyðmerkja framtíðar avbjóðingar. Ráðstevnan er stuðla av Norðurlendska fiskivinnusamstarvinum, har Føroyar hava formanssæti í ár.
 
Í hesum sambandi verður skipað fyri almennum kunningarfundi um tararoyndir og -vinnu í Norðurlandahúsinum hóskvøldi 7 mai.  Har fer Ásmundur Guðjónsson, samskipari í Fiskimálaráðnum, at greiða frá um Flagskipprojektið "Vækst í blå bioøkonomi",  Agnes-Mols Mortensen, frá Fiskaaling/Tari - Faroe Seaweed, fer at greiða frá um tara sáðingararbeiðið við støðið í egnum royndum og MacroBiotech verkætlanini, og  Urd G. Bak, frá Ocean Rainforest, greiðir frá um úrslit av royndaraling av tara í Funningsfirðið.

Magni Arge, nevndarformaður í Ocean Rainforest, fer eisini at hugleiða um vinnumøguleikar í føroyskum høpi, og Gilli Trónd, frá Teknologisk Institut í Danmark, fer at kunna um møguleikar innan bio-raffinering av tara.
 
Kunningarfundurin byrjar kl. 19 og tað er ókeypis at luttaka.

Ocean Rainforest