Gransking í føroyskum tara fingið heiðursløn

Urd_Poster.jpg

Urd Grandorf Bak, sum er í starvi sum vinnugranskari hjá Ocean Rainforest, var kosin at hava besta vísindaliga uppslag (poster) á altjóða tararáðstevnuni 6th Congress of the International Society for Applied Phycology í Nantes í Frankaríki, sum var frá 17-23 juni. Meira enn 500 fólk luttøku á ráðstevnuni, og Urd luttók við tveimum postarum: “Seasonal variation of iodine in Faroese Kelps cultivated offshore for food and feed” og “Seasonal variation of trace metals and inorganic arsenic in Faroese Kelps”.

 
Urd_poster2.jpg
 

Tað var postarin um árstíðarbroytingar í jodinnihaldi í føroyskt aldum tara, sum bleiv kosin besti postarin á ráðstevnuni. Niðurstøðan av granskingini er m.a., at jodinnihaldið er munandi hægri um veturin enn um summari í sukurtara (S. latissima), at hesin eisini inniheldur meira jod enn tang (A. esculenta). Granskingarúrslitini vilja økja um vitanina hjá brúkarum í mun til jodinnihald – alt eftir nær tarin verður skorin.

Granskingin er gjørd í samstarvi millum Ocean Rainforest og granskarar frá DTU í Danmark, har Urd er innskrivað sum PhD granskari. Arbeiðið er partur av verkætlanini MacroValue, sum Nordic Innovation viðfíggjar, og verkætlanini MacroCom, sum er fíggjað av danska Innovationstyrelsen og Ocean Rainforest.

Ocean Rainforest