IMG_0927.JPG
 
 

Ocean Rainforest

Ocean Rainforest var stovnað 10. oktober 2007. Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum arbeiðir við vinnuligari taraaling og  -framleiðslu. Ocean Rainforest hevur umleið 150.000 metrar av sáddum tarateymum í Funningsfirði og á Gøtuvík. Harumframt fremur felagið royndaraling í Kalifornia, USA.
Ocean Rainforest hevur síðan byrjan arbeitt við at menna ein hóskandi hátt til at ala tara í harðbalnum havumhvørvið, og harvið fremur felagið nýskapan, tí kunnleikin um hetta er avmarkaður úti í stóru verð.
Úrdráttir, sum koma burturúr taranum, verða brúktir til ymiskar framleiðslur – treytað av hvat fyri taraslag alt verður, og nær á árinum, tarin verður skorin. Men í høvuðsheitum verður tarin brúktur í matvørum, djórafóðri, kosmetikki og heilsuvørum. 

Ocean Rainforest hevur sum framtíðarmál at verða ein støguður veitari av tara í stórum mongdum. Í tí sambandi, hava vit ment ein útbúnað til at ala tara sum hóskar seg til krevjandi veðurlagið í Norðuratlantshavinum og Stillahavinum. Í Funningsfirði hava vit havt eina royndaraliskipan við sáddum teymum, sum varð sett út í mars 2010. Tað er prógvað, at okkara aliskipan tolir stundum ógvisliga veðrið við høgum aldum, hørðum streymi og nógvum vindi. Í mars 2013 vóru fyrstu sáddu teymarnir settir út. Í juli 2013 skóru vit egnan aldan tara fyri fyrstu ferð. Síðani 2014 hava kanningar verið gjørdar av, hvussu innihaldið í taranum broytist við árstíðini, og hvussu vøksturin á teymunum kann optimerast. Síðan 2015 er skorni tarin antin frystur, turkaður ella súrgaður, og tað mesta verður selt til keyparar í Stórabretlandi, Niðurlondum, Danmark og Týsklandi. 

Í 2021 fekk felagið royndaraliloyvi uttanfyri Santa Barbara í Kalifornia, og 2022 hava royndir verið gjørdar við at framleiða tara á Kodiak Island, Alaska, eftir sama leisti sum í Føroyum. 

Í 2020 fekk felagið fyrsta føroyska vinnuliga taraaliloyvi - AA01 - á Barmi millum Elduvíksnes og Elduvíksgjógv, og i juni 2021 fekk felagið eitt taraaliloyvi afturat uttan fyri Nøvuna á Gøtuvík. Vinnuligu taraaliloyvini hava givið felagnum grundarlag fyri at vaksa munandi um virksemið komandi árini.