Ocean Rainforest

Felagið Ocean Rainforest var stovnað 10. oktober 2007. Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum arbeiðir við framleiðslu av havbiomassa úr tara, sum er aldur á opnum havi. Ocean Rainforest hevur 13.500 metrar av tara línum í Funningsfirði.  
 
Ocean Rainforest mennir í løtuni ein hóskandi hátt til at ala tara á opnum havi, og harvið fremur felagið nýskapan, tí kunnleikin um hetta er avmarkaður úti í stóru verð.
 
Biomassin, sum kemur burturúr taranum, skal nýtast til vinnuligt endamál – treytað av hvat fyri taraslag alt verður, og nær á árinum, tarin verður skorin. Men í høvuðsheitum verður tarin brúktur í matvørum, sjórafóðri, kosmetikki, heilsuvørum og sum orkukelda.
 
Ocean Rainforest hevur sum framtíðarmál at verða ein støguður veitari av tara í stórum mongdum, sum merkir meira enn 100.000 tonsum av vátari vekt um árið. Í tí sambandi, hava vit ment ein útbúnað til at ala tara sum hóskar seg til krevjandi veðurlagi í Norðuratlantshavinum. Í Funningsfirði hava vit havt eina aliskipan við línum, sum varð sett út í mars 2010. Tað er prógvað, at okkara aliskipan tolir stundum ógvisliga veðrið við høgum aldum og nógvum vindi. Í mars 2013 vóru fystu sáddu línirnar settar út. Í juli 2013 skóru vit egnan aldan tara fyri fyrstu ferð. Komandi árini verða kanningar gjørdar av hvussu innihaldi í taranum broytist við árstíðini og hvussu vøksturin á línunum kann optimerast.