News

10/05/2018 at 12:11 PM
New research proves off-shore seaweed cultivation is possible
22/09/2017 at 08:27 AM
Taravinna į breddan

Í døgunum 25- - 29. september verður ein røð av tiltøkum knýtt at nýskapandi vinnumøguleikum innan taravinnu. Talan er bæði um altjóða ráðstevnur, framløgu á Vísundavøkuni og alment tiltak á Hvonn, har høvi verður at smakka leskiligar brellbitar úr tara

Føroyar eru karmur um tvær altjóða tararáðstevnur í næstu viku. Mánadagin og týsdagin verður ársfundur í stóru evropeisku verkætlanini, MacroCascade, sum 13 fyritøkur og stovnar eru við í, teirra millum føroyska taraalifelagið Ocean Rainforest. Endamálið við verkætlanini er at menna hættir innan biorafinering, so innihaldið í tara kann útskiljast á burðardyggan og lønsaman hátt og brúkast at framleiða matvørur, fóður, kosmetikk, heilivág og orku.

Mikudagin og hósdagin verður altjóða tararáðstevna undir heitunum “Nordic Seaweed - from Research to Innovatove Business Opportunities.” Poul Michelsen, landstýrimaður fer at seta ráðstevnuna, sum Nordic Innovation skipar fyri í samstarvi við MacroCascade-verkætlanina. Ráðstevnan er skipað við virkisvitjanum mikudagin, tá ráðstevnugestir vitja taraalivirksemið í Kaldbak og í Funningsfirði. Harumframt verður vitjað hjá Bakkafrost á Glyvrum, á Høvdavirkinum í Leirvík og á Inova í Havn.

Hósdagin hava granskarar framløgur á Hotel Føroyum um úrslit úr norðulendskum og evropeiskum granskingarverkætlanum, og vinnurekandi fara at leggja fram um avbjóðingar og møguleikar innnan taravinnuna. Somuleiðis leggja myndugleikar í Føroyum og Skotlandi fram um lógarkarmar innan taraaling. Tiltakið er fullteknað við umleið 80 luttakarum, harav meginparturin er útlendingar.

Hóskvøldið 28. september skipar Ocean Rainforest fyri kunningartiltaki á Hvonn. Tá fer Heine Max Olesen saman við øðrum at greiða frá, hvussu tari kann brúkast í matgerð. Hann hevur verið við til at geva út bók við tarauppskriftum og arbeiðir nú við at gera snacks burtur úr tara. Høvi verður at smakka brellbitar, sum Heine og hansara menn fara at matgera.

Á Hvonn verður eisini greitt frá um virksemið hjá Ocean Rainforest. Tiltakið er alment og ókeypis, men hølini rúma avmarkaðum tali á fólki. Til ber at frætta meira á Facebook-bólkinum “Tarabitar á Hvonn”.

Á Vísundavøkuni fríggjadagin verður framløga á Reinsarínum, har Urd G. Bak, phd-lesandi hjá Ocean Rainforest, fer at hava framløgu við støði í taraalingini í Funningsfirði seinastu tvey árini. Til ber at lesa skránna her.

24/06/2017 at 12:45 PM
Gransking ķ fųroyskum tara fingiš heišurslųn
24/06/2017 at 11:17 AM
Best poster award to research in Faroese seaweed
27/10/2016 at 06:27 PM
Funding awarded to prove a novel seaweed biorefinery
29/04/2016 at 05:16 PM
First seaweed harvest of the year
29/04/2016 at 04:41 PM
Fyrsti taraskuršur ķ įr
23/03/2016 at 04:19 PM
Samrųša viš Ocean Rainforest į R7
03/02/2016 at 01:33 PM
Ocean Rainforest Participates in International Macroalgae Biorefinery Project MAB4
01/05/2015 at 09:27 PM
Kunningarfundur um tararoyndir og -vinnu
09/04/2015 at 04:52 PM
Seaweed Symposium for Growth in the Blue Bio-economy
26/02/2015 at 03:30 PM
Ocean Rainforest granted authorization by Faroese Food and Veterinary Agency
23/12/2014 at 12:48 PM
Ocean Rainforest enter collaboration agreement with the Technical University of Denmark
05/12/2014 at 12:45 PM
Ocean Rainforest increases equity capital
01/12/2014 at 11:07 AM
Successful deployment of another 4000 meters of seeded lines
24/06/2014 at 11:18 AM
Ocean Rainforest to present at Nordtic Conference in Reykjavķk
17/06/2014 at 11:16 AM
Ocean Rainforest feature on DR P1 Programme
14/05/2014 at 01:04 PM
Another successful harvest for Ocean Rainforest
16/04/2014 at 11:42 AM
Deployment of seeded lines and horizontal substrates completed
29/01/2014 at 11:44 AM
A very succesful harvest
15/01/2014 at 06:55 PM
Ocean Rainforest now on Facebook
15/01/2014 at 05:13 PM
Welcome to our new webpage