News

24/06/2017 at 12:45 PM
Gransking ķ fųroyskum tara fingiš heišurslųn

Urd Grandorf Bak, sum er í starvi sum vinnugranskari hjá Ocean Rainforest, var kosin at hava besta vísindaliga uppslag (poster) á altjóða tararáðstevnuni 6th Congress of the International Society for Applied Phycology í Nantes í Frankaríki, sum var frá 17-23 juni. Meira enn 500 fólk luttøku á ráðstevnuni, og Urd luttók við tveimum postarum: “Seasonal variation of iodine in Faroese Kelps cultivated offshore for food and feed” og “Seasonal variation of trace metals and inorganic arsenic in Faroese Kelps”.

Tað var postarin um árstíðarbroytingar í jodinnihaldi í føroyskt aldum tara, sum bleiv kosin besti postarin á ráðstevnuni. Niðurstøðan av granskingini er m.a., at jodinnihaldið er munandi hægri um veturin enn um summari í sukurtara (S. latissima), at hesin eisini inniheldur meira jod enn tang (A. esculenta). Granskingarúrslitini vilja økja um vitanina hjá brúkarum í mun til jodinnihald – alt eftir nær tarin verður skorin.

Granskingin er gjørd í samstarvi millum Ocean Rainforest og granskarar frá DTU í Danmark, har Urd er innskrivað sum PhD granskari. Arbeiðið er partur av verkætlanini MacroValue, sum Nordic Innovation viðfíggjar, og verkætlanini MacroCom, sum er fíggjað av danska Innovationstyrelsen og Ocean Rainforest.

Postarin, sum fekk heiðurslønina, er avmyndaður niðanfyri:

 

 

24/06/2017 at 11:17 AM
Best poster award to research in Faroese seaweed
27/10/2016 at 06:27 PM
Funding awarded to prove a novel seaweed biorefinery
29/04/2016 at 05:16 PM
First seaweed harvest of the year
29/04/2016 at 04:41 PM
Fyrsti taraskuršur ķ įr
23/03/2016 at 04:19 PM
Samrųša viš Ocean Rainforest į R7
03/02/2016 at 01:33 PM
Ocean Rainforest Participates in International Macroalgae Biorefinery Project MAB4
01/05/2015 at 09:27 PM
Kunningarfundur um tararoyndir og -vinnu
09/04/2015 at 04:52 PM
Seaweed Symposium for Growth in the Blue Bio-economy
26/02/2015 at 03:30 PM
Ocean Rainforest granted authorization by Faroese Food and Veterinary Agency
23/12/2014 at 12:48 PM
Ocean Rainforest enter collaboration agreement with the Technical University of Denmark
05/12/2014 at 12:45 PM
Ocean Rainforest increases equity capital
01/12/2014 at 11:07 AM
Successful deployment of another 4000 meters of seeded lines
24/06/2014 at 11:18 AM
Ocean Rainforest to present at Nordtic Conference in Reykjavķk
17/06/2014 at 11:16 AM
Ocean Rainforest feature on DR P1 Programme
14/05/2014 at 01:04 PM
Another successful harvest for Ocean Rainforest
16/04/2014 at 11:42 AM
Deployment of seeded lines and horizontal substrates completed
29/01/2014 at 11:44 AM
A very succesful harvest
15/01/2014 at 06:55 PM
Ocean Rainforest now on Facebook
15/01/2014 at 05:13 PM
Welcome to our new webpage